- 05 januar 2014
Elsebeth Dahl - dóttir Binu á Skipinum (Jacobina A. Dahl, f. Djurhuus, 1926) - hevur eitt fult skrivihefti, sum mamma hennara hevur skrivað í landalæru, meðan hon gekk í skúla hjá Kallsoy. Bina er dóttir Elspu í Stólpa, f. 1899 og Hans á Skipinum, f. 1905. Á permuni stendur, at Bina er 11 ár, so heftið er skrivað í 1937. Hetta er eitt sera áhugavert hefti, sum eisini viðger mangt og hvat áhugavert og bygdasligt, sum er nútíðarmenniskjanum púra fremmant og óviðkomandi. Bina hevur eina flotta hondskrift, og tekningarnar eru eisini fínar. Eg havi spurt onkrar javnaldrar hjá Binu, um tey eiga eina sovorðna bók - ella um tey minnast nakað til hetta. Jú, nøkur minnast hetta væl, men ikki eri eg komin fram á nakran annan, ið eigur eina slíka bók. Anna, f. Sivertsen (1925) í Fornanum, sum býr í Vestmanna og er eitt ár eldri enn Bina, minnist væl landalærutímarnar hjá Kallsoy, og at tey skrivaðu og teknaðu alt møguligt: bygdina, fuglar, fiskar og nógv annað. Anna fortaldi fyri mær, at Bina á Skipinum og Poula, f. Joensen (1926) hjá Onnu Malenu sótu saman í skúlanum. Tær vóru bestu vinkonur og spældu eisini altíð saman aftan á skúlatíð.
Hetta avritið, ið eg havi fingið frá Elsebeth, er heldur kámt í støðum, men við einum góðum vilja er tað mesta lesandi. Føroyar vera sera gjølla viðgjørdar. Allar bygdir vera nevndar við stuttum og - fyri nútíðina - eisini stuttligum viðmerkingum. Vit kunnu lesa um sýslurnar, fólkatal, stjórnarskipan, skúlaskipan, vegir, vitar, telefonlinjur, neyt og seyð, skipatal, toskaveiðu, grindavágir (ikki hvalvágir, ið nú verður sagt) o.m.a. Sjálvandi fær heimbygdin nakrar neyvari og drúgvari viðgerð. Her kanst tú hoyra sagnir, lesa um kirkjuna, bjargaferð og síggja kort av bygdini. Parturin, ið nevnist "Jørðin við Gjógv", er nakað fyri seg. Her sæst millum annað, at Gortra er størsti eigari í bygdini við 16 gyllum - stavnin framman fyri Rætt og Jógvansstovu við ávikavist 15 og 14 gyllum. Okkum menniskjum so líkt, so var eg spentur at vita, hvussu nógva jørð VIT áttu. Skuffandi úrslit, tí niðast á listanum, millum aðrar fæloysingar, stendur: Karl Jacob - 0 gyllin!!!
Skúlin og samfelagið eru ómetaliga nógv broytt,síðani hesir landalærutímarnir rungaðu í skúlanum hjá Kallsoy í 1930unum, og so mikið størri fongur er tað at kunna líta aftur um bak við hesi bókini á telduskíggjanum. Gev tær stundir at kaga í hana, tí uttan iva dettur tú niður á eitthvørt, ið hevur tín áhuga.