- 19 august 2018
Asbjørn Matras er næstelstur av fýra systkjum: Steinfinn, f. 1945, Asbjørn, f. 1947, Jákup, f. 1950, og Dagny, f. 1954. Foreldur teirra vóru Klæmint Juul Matras, f. 1907, og Maria, f. Joensen, 1923. Vanliga kallaðu vit hann Asbjørn hjá Mariu. Alt sítt vaksna lív hevur hann so at siga liva á og av sjónum. Hann býr á Sandi. Grannar vóru vit sum smádreingir, men av og á ger mann sær onkran túr til Gjáar. Nú ein dagin rópti hann meg inn til ein kaffimunn, og eg brúkti mær kjansin at hava bandupptakaran við mær. Mary, kona hansara, hevði gjørt kaffi og borðreitt, og skjótt fall prátið á barnaárini við Gjógv í 1950unum.
Tá ið prátið fall á sjólívið, settti eg upptakaran frá, og her hoyra vit ein part av upptøkuni: Eg ætlaði at fara til skips, tá ið eg var fjúrtan ára gamal, men soleiðis kom tað ikki at vera. Sum stórur smádrongur var eg ofta niðri hjá Stóra-Peturi (Petur P. Joensen, f. 1907) og hjálpti til. Hann hevði handil, so har var ymiskt at taka hond í, sum t.d. at rudda og tøma skrell. Lossingina hevði hann eisini, og so bað hann meg koma at hjálpa til har. Pól Jóhannes í Bíggjarlagnum (Poul Johannes Johannesen, f. 1888) og Stóri-Petur vóru ofta á Hestbakkanum við hýsulínu við "Lítla Hvíta", og tá plagdi eg at sleppa við. Eg konfirmeraðist 16. apríl í 1961, og 2. mai tað sama árið fekk eg skaða í hondina. Hendan dagin var eg - sum so ofta fyrr - og lossaði. Sofus í Fornanum (Sofus Sivertsen, f. ), Kristian í Lon (Kristian Olsen, f. ) og eg fóru umborð á "Pride". Eg sat afturi í rong og skuldi taka ímóti postinum og samstundis halda í endan, sum skuldi halda bátinum at skipinum. Eg tók eitt tørn um hondina, men sjálvur endin var farin fyri borð. Eg minnist, at eg sat og prátaði við Sámal í Hoygarðinum, úr Funningi. Hann var við "Pride". Vit tosaðu um lembing í "Líðini", tí eg hevði verið í haganum tveir dagar frammanundan, og tá vóru longu fleiri lomb at síggja. Meðan vit práta, hendir skaðin. Endin, sum hekk leysur, var komin um skrúvuna, og knappliga - nú sansar at, men tíbetur skar skrúvan endan av, annars hevði øll hondin farið - øll sum hon var. Tá ið eg so tók tørnini av, sá eg, at fleiri bein vóru í knúsi, og so fór tað at bløða. Tað bløddi einki at byrja við. Kristian í Lon skræddi seg úr skjúrtuni og vavdi hana um hondina. Vit sigldu so aftur inn í Gjónna, og tá ið okkurt feilti, so var tað fyrsta at fara til Stóra-Petur, tí hann var eitt slags heimadoktari, men tá ið hann sá hondina, segði hann bara: "Nei, hatta fái eg einki gjørt við!" Tummas í Ólastovu hevði tá fingið sær buss, og hann koyrdi meg til doktaran - Petur Reinert - á Eiði. Alexandra og mamma komu til Eiðis við mær, og tá hevði eg nógva pínu. (Pápi var ikki heima, men seinni fortaldi hann tað, at hann hevði verið úti fyri nøkrum sjáldsomum í einum dreymi ta vaktina, ið hetta hendi mær: Hann kom gangandi, og knappliga kom eitt lot, ið tók húgvuna av høvdinum á honum - og út í Ánna. Hann rann so oman við Ánni og fekk húgvuna aftur longri niðri, og tá var húgvan so karvað sundur. Hann bleiv við at hugsa um hendan dreymin, og tá ið hann so seinni fekk bræv heimanífrá, kundi hann týða dreymin. Tað var so lætt hjá honum at minnast dagin, tí Steinfinn, bróðir, fyllir 2. mai. Ja, mangt er løgið). - Ná, lat okkum nú koma víðari. Doktarin royndi at gera tað, ið hann kundi, m.a. at steðga bløðingini, og so sendi hann boð eftir "Doktarabátinum" at koma norð til Oyrar eftir mær. Eg kom so á Hospitalið, og har mundi eg liggja í eitt hálvt ár. Hondin bleiv seymað saman, og so varð hon gipsað bæði ein og annan veg. Tá vóru amboðini ikki so góð sum í dag, so tað gekk long tíð. Gipsið fór av og á í heilum, so í røntguna - so var okkurt komið skeivt fyri - tað tók bara ongan enda. Eg hevði tað ikki gott tá - longdist illa - mitt um summarið - kom ikki aftur fyrr enn til heystfjallið.
Tað vóru nógvir mans, ið arbeiddu veg ta tíðina. Tá ið eg var so frægur, at eg kundi gera okkurt, spurdi Stóri-Petur arbeiðsformannin, Brattaberg, um hann ikki hevði okkurt lætt arbeiði, ið eg kundi gera. Jú, tað hevði Brattaberg, og soleiðis kom eg at hjálpa Herluf. Hetta hevur verið tíðliga í 1962, og tá arbeiddu vit á Funningsvegnum. Herluf koyrdi eina gravkúgv, og so skuldi eg hjálpa honum við at flyta grevið, smyrja og ganga honum til handa. Hetta dámdi mær væl, men hugurin stóð til sjógvin, so tá ið eg hevði arbeitt har í eitt hálvt ár, fór eg mín fyrsta túr til skips - við "Reynsatindi" til Grønlands. Meinhard Djurhuus (á Skipinum) var skipari, og av gjáarmonnum vóru eisini pápi (Klæmint Juul) og Klæmint Joensen (Niðri í Geil) við. Eg var so við "Reynsatindi" í 1962, 1963, 1964 og ein túr í 1965, tá eg fór við "Ási". Tá royndu vit við kraftblokki. Vit mynstraðu fyrsta túrin við "Ási" 04.08.65, og var eg allar túrarnar í 1966, og mynstraði seinasta túrin 04.01.67 og var við, til "Ásur" sakk 16.02.1967. Meinhard var skipari, og umframt hann vóru Eyjolvur (á Skipinum), Jens (hjá Dalberg), Kristian í Lon, Pól Hans Jacob (í Ólastovu), pápi (Klæmint Juul) og eg frá Gjógv. Pætur í Ólastovu plagdi at vera við, men Pól Hans Jacob, beiggi hansara, var fyri hann hendan vanlukku túrin. Úr Funningi vóru Bjarni Juul og Magni Jóanesarson. Tað var hampuligt veður hendan dagin, og vit høvdu fingið eitt heilt stórt kast av sild. Ikki helt eg nakran vanda vera á ferð, tí skipið hevði ofta ligið líka nógv yvir, men, tað sum hendi, var tað, at sildin doyði í nótini. Hetta var gýtandi sild - hon kvaldist og sakk so niður. Vit høvdu ein hund umborð, og pápi, sum hevði sítt fasta pláss, tá ið vit kastaðu, fortaldi aftaná, at hundurin uppførdi seg so heilt merkiliga, tá ið vit kastaðu. Hann vildi ikki, at nótin skuldi fara út og bleiv við at toga í hana, og hann var tann einasti, ið ikki kom aftur. Ná, men vit royndu at fáa sildina inn, men slagsíðan bleiv størri og størri, og so koppaði hann. Tað mundi ganga eitt korter frá tí, hann legði seg, til hann koppaði. Eg stóð við blokkin og loraði út, tá ið hann koppaði, men tá høvdu teir longu sett bátin út í bakborð. Vit vóru sekstan mans tilsamans, og allir vóru uppi, tá ið tað hendi. Vit høvdu tveir bátar, og tá ið eg kom upp á brúnna, tá var annar báturin farin, og tá fóru vit at royna at fáa tann seinna bátin leysan. Hann lá í læborði, og tað var ikki so lætt at fáa hann leysan, tí hann lá mestsum undir í sjógvi. Tað gekst væl at fáa blást hann upp, og vit mundu vera einir fimm, ið vóru við tí bátinum. Eg visti einki um, hvør ið var í hinum bátinum, og vit róptu, um nakar var eftir, áðrenn vit kvettu bátin leysan frá skipinum. Eg haldi ikki, at tað var nakar panikkur, men eg stúrdi eitt sindur fyri, hvusu hetta fór at enda, tí eg dugdi ikki at svimja. Eg togaði so nógva línu inn undir meg, sum eg kundi, og so leyp eg, og teir fingu fatur í meg. Tað kom nakað av sjógvi inn í gummibátin, men eg man neyvan hava hugsað klárt, tí eg hevði ikki latið meg úr klovstyvlunum. Vit fóru við gummibátinum undir mastratoppinum, so flatur lá hann, men ikki sóu vit hann søkka, tí nú var blivið so mikið myrkt, at vit bara sóu, at ljósini hvurvu. Hetta hendi alt í skýmingini, og vit sóu ikki nakað til hin gummibátin. Ein russari kom tætt framvið okkum, og hann hevði sæð rakettirnar, men hann lætst ikki um vón. Meinhard hevði eisini havt samband við "Ísborg", áðrenn vit fóru av skipinum. Vit mundu hava verið umleið ein tíma í bátinum, tá ið vit sóu ljósini frá einum skipi, sum kom ímóti okkum. Tað var ein týskur trolari, ið so tók okkum upp, og teir vóru ógvuliga fittir og blíðir menn. Vit vóru teir fyrru, ið týskari tók upp, tí eg minnist tað, at teir spurdu, hvussu nógvir mans vit vóru. Eg dugdi einki av týskum, men har hekk ein álmanakki, og eg peikaði á talið 16. Síðani tóku teir hin gummibátin upp, og Pól Hans Jacob segði mær seinni, at hann sá, hvussu glaður pápi var, tá ið hann sá meg koma umborð á týskaran. Vit skuldu so setast av í Havn, men veðrið bleiv so ringt, at vit sluppu ikki at kei. Kanska var tað tí, at skiparin var fremmandur, men vit fóru so á Vestmanna, og eg minnist, at tað var ein buldrutur túrur um Kirkjubønes. Úr Vestmanna fóru vit so við bussi á Sjómansheimið í Havn, og síðani til "Kissa" at keypa okkum klæðir. Aftaná tað fór hvør til sítt, og vit fóru við postbátinum "Sigmundi" til Oyrar og haðani við rutuni (Benadikt) til Gjáar. Tað var ein góð kensla at koma heimaftur, og hetta var tann síðsti túrurin, ið pápi var til skips.
Í apríl mánaði fór eg so til Grønlands við "Nornagesti". Meinhard var skipari, og umframt hann vóru Eyolvur (á Skipinum), Julius (í Hoygarðinum), Kristian (í Lon), Pætur (í Ólastovu) og eg frá Gjógv. Hetta var saltfiskur, og tá var fiskurin farin at minka í Grønlandi, men vit fingu so upp í hann - yvir 200 tons. Um heystið 1967 fór eg á háskúla í Danmark og kom heim aftur í mars mánaði 1968. Tað summarið fór eg til Grønlands at rógva út við "Nordafar 15". Nordafar átti bátarnar. Vit róðu út frá Føroyingahavnini. Fiskaríið var minkað, men vit fingu eini 150 tons. Um veturin 1968/1969 var eg til ísfisk við "Búgvanum", ið Sigmund Dam, Norðskála, førdi. Um summarið 1969 róði eg aftur út í Grønlandi, men tað árið miseydnaðist, tí tað var so nógvur ísur. Vit fingu barar 50 tons. Veturin 1969/1970 var eg við "Columbusi", ið Jákup Andreas Vang, á Glyvrum førdi. Vit royndu undir Íslandi og undir Føroyum og fingu nógvan fisk. Summarið 1970 var eg so aftur og róði út í Grønlandi við "Nordafar 15", og fiskaríið var vánaligt. Í 1971 seldi Nordafar allar bátarnar, og svágur mín (Karstin Johannesen) og eg keyptu "Nordafar 15". Báturin kom heim við "Bamse Dan" (danskt farmaskip) , og vit fóru at rógva út við honum. Báturin fekk navnið "Sjóvarklettur". Í 1972 vóru vit m.a. noyddir at liggja í Havn og avreiða til "Bacalao", tí teir bygdu havnina í Skopun út, men fiskiskapurin var ikki góður. Í 1973 fór eg aftur til Grønlands at rógva út við "Nordafar 9". Tá fingu vit fisk og vóru næstbestir tað árið, men tað var einki aftur ímóti teimum góðu árunum. Veturin 1973/1974 róði eg út við "Sjóvarkletti" og fór við "Tummas T" á ísfisk í mars 1974, og Meinhard (á skipinum) var skipari. Summarið 1974 var eg aftur og róði út í Grønlandi. Einki serligt fiskarí og royndu líka til út í septembur. Meinhard (á Skipinum) og aðrir bygt nýtt skip í Noregi, og hann spurdi, um eg ikki kundi koma við sum stýrimaður, og tað játtaði eg. Skipið fekk navnið "Tórsbúgvin", og eg fekk serloyvi at mynstra sum 1. stýrimaður, og Jákup (bróðir) var meistari. Trettandag, 6. januar 1975, fóru vit undir Føroyar at royna. Í januar og februar royndu vit við gørnum eftir upsa, men seinni royndu vit eftir toski á Norðhavinum og á Sandoyar Bankanum og fingu bara væl av fiski - men ikki fult skip. Í mai mánaði fóru vit til Grønlands við gørnum, og vit royndu víða um - av Kappanum og norð í Diskovíkina - og fingu 210 tons. Í 1976 var eg alt árið við "Tórsbúgvanum". Eftir nýggjár fóru vit undir Føroyar at royna eftir upsa við gørnum og so á Norðhavið, tá ið várfiskurin kom. Tann túrin seldu vit fiskin í Portugál (í Aveiru) og vóru har eina viku. Síðani til Grønlands, og har fingu vit ein túr, men hann var langur. Í 1977 var eg aftur við "Tórsbúgvanum" - og royndu á teimum vanligu leiðunum undir Føroyum. Tá var fiskurin minkaður, og vit fingu ikki fulla last. Eg mynstraði av 25. mai 1977 og fór á skiparaskúla í Havn og var liðugur í juni 1978. Tá høvdu teir umbygt "Tórsbúgvan" til rækjur, so eg fór beinleiðis av skúlanum við flúgvara og umborð á "Tórsbúgvan" í Grønlandi at fiska rækjur og kom ikki heim aftur fyrr enn eftir nýggjár 1979. Tá hevði eg jú verið so leingi burturfrá. "Tórsbúgvin" var verandi har yviri, og vit skiftu manning so av og á, men skipið var ikki væl egnað at vera í Grønlandi um veturin, tí tað var ikki nóg væl bjálvað - tað var ógvuliga kalt. Eg skal siga tær tað, at um eg onkuntíð ikki hevði tikið dýnuna frá skottinum, so frysti hon føst. Heimafturkomin fór eg at rógva út við "Sjóvarkletti", og í 1980 var eg eina tíð við "Kvíggjarfossi", sum húsavíkingar áttu. Eisini var eg við snellu undir Íslandi við "Antares", ið hevði heimstað á Sandi. So var tað tað, at Meinhard (á Skipinum) og Jens Erik Nielsen, Sandavági, keyptu gamla "Reynsatind" og skrásettu hann til Grønland við heimstaði í Nanortalik. Tá fekk hann navnið "Kangeq". Vit fiskaðu við línu og gørnum og hildu jól í Nanortalik í 1980. Tað vóru nógvir grønlendingar við, ið búðu í Nanortalik. Í 1981 var eg so eisini við "Kangeq", og tá royndu vit við línu á Danabank, Navnleysa og Frederikshåbbankanum. Í oktobur 1981 fór eg av "Kangeq" og umborð á "Saarullik" úr Godthåb, sum hevði flekingarmaskinu. Tað var tann gamli "Gerðhamar", og eg fór umborð sum stýrimaður. Vit royndu við línu í Vesturgrønlandi. Eg kom heim við flogfari til jóla og fór av stað aftur eftir nýggjár. Tá mynstraði eg í Godthåb 04.01.1982. Tann túrin var eg burtur í góðar 7 mánaðir. Vit fóru fyrst á ísfisk og seinni á saltfisk og landaðu í Grønlandi. Í mai mánaði fór vit til Eysturgrønlands, og tann túrin landaðu vit á Eiði. Í septembur 1982 fór eg umborð á "Anso", ið var ein grønlendskur rækjubátur. Hann hoyrdi til tað sama reiðaríið. Manningin var mest grønlendingar, men har vóru eisini 3 norðmenn og 2 føroyingar. Vit komu heim í januar 1983, men tað bleiv ein ring reisa. Tað var ein ódn í Føroyum um ta tíðina, har m.a. ein rúgva av SEV-pelum datt niður á Sandoynni, og tá ið vit vóru tvørs av Vestmannaoyggjunum, fingu vit ein stóran sjógv, og tað endaði við tí, at vit fingu veirar um skrúvuna og fingu ikki siglt. Har lógu vit og slongdust í eini trý samdøgur og bíðaðu eftir "Tjaldrinum", ið kom okkum til hjálpar og sleipaði okkum á Havnina. Í 1983 vqr eg so flaggskipari á "Anso", og ein norðmaður var skipari. Vit royndu eftir rækjum bæði í Vestur- og Eysturgrønlandi og landaðu í Holsteinsborg, Godthåb og á Ísafjørðinum í Íslandi. Í 1984 var eg aftur við "Anso", men tá var tann skipanin komin, at vit vóru tveir mánaðir umborð og tveir heima. Tað var ein góð skipan, tí tá blivu túrarnir ikki so langir. "Anso" fór á beding í Noregi seinni tað árið, og tá bóðu teir meg fara til Grønlands á krabbaveiðu við "Saarulikk". Hetta var royndarfiskiskapur inni á firðunum frá Godthåb og norð um Disko. Eg fór heim í septembur tað árið, tí dóttir mín, Mayfrid, skuldi konfirmerast, og so róði eg út við "Sjóvarkletti, tað ið eftir var av árinum. Tann 06.01.1985 ringdi Demmus til mín og spurdi, um eg ikki kundi koma sum skipari við "Polli" at royna við línu undir Føroyum. So varð - og vit róðu út av Sandi, og egnt varð á landi. Tað var ein sera góður januar mánaði bæði til fisk og veður. Eg var skipari til hálvan februar, tá kom Demmus umborð aftur, og vit fóru á Norðhavið við gørnum. So var tað tað, at Jógvan Kjølbro, ið búði í Holsteinsborg, læt ein frystibát við egningarmaskinu byggja í Solstrand í Noregi, og hann spurdi, um eg kundi fara til Noregs at hava eftirlit við bygninginum. Báturin skuldi brúkast til svartkalvaveiðu í Grønlandi. Jú, eg fór og var so har yviri eina tíð, men tá ið eg so var heima ímillum, so var eg við "Granit", úr, Klaksvík, sum Pól Jóhan Joensen, átti. "Granit" hevði egningarmaskinu, og tá ið eg ikki hevði verið við egningarmaskinu, so var eg við har fyri at seta meg inn í egningarmaskinuna. Beint eftir nýggjár 1986 fóru vit yvir til Noregs eftir "Imaq Fisk". Stýrimaður var Suni ?, úr Húsavík, og Pólert? Fjalsbak, úr Klaksvík, var meistari. Jógvan Kjølbro var eisini við. Tað gekst væl at sigla til Føroyar, men tá ið vit fóru úr Føroyum, gekk sjálvstýrarin fyri, so vit máttu inn á Reykjavík at fáa hann at rigga. Vit komu so til Grønlands, men tað gekst ikki væl at fáa fiskiloyvi. Fyrst fingu vit eitt smávegis royndarloyvi at royna á firðunum í Vesturgrønlandi, men har var einki at fáa. Seinni fingu vit eitt loyvi frá føroyingum at royna eftir svartkalva við Labrador, og tá bar betur til. Vit fingu væl av fiski og gjørdu nakrar túrar, men eg fór ikki heim aftur fyrr enn í septembur. Tá hevði eg verið burtur í 8 mánaðir. Meðan eg var heima, var Suni skipari. Tá ið eg hevði verið heima ein mánað, var eg biðin at fara niður til Frederica at sigla ein línubát til Grønlands. Báturin æt "Jacob Nielsen" og hoyrdi heima í Sydprøven, men hvat - báturin var ikki klárur, tá ið eg kom niður, so eg bíðaði har í 3 vikur. Tað var nú komið út í oktobur, og vit fingu eina ringa ferð. Vestan fyri Reykjanes fekk kokkurin, ið var grønlendari, skaða í hondina. Ein stalkur? smekkaði á hondina, og hann misti tveir fingrar og tveir aðrir brotnaðu. Vit royndu at sigla so skjótt, sum vit kundu móti Prins Kristianssund, og tað var ein lætti at fáa kokkin í land í Nanortalik, tí hann hevði so nógva pínu. Haðani fóru vit til Sydprøven og so til Frederikshåb, har eg fór í land og umborð aftur á "Imaq Fisk". Trygvi Kallsoy, av Eiði, bleiv tá skipari á "Jacob Nielsen". Restina av 1986 - og til mars mánað í 1987 - var eg umborð, so eg var ikki heima um jólini. Meðan eg var heima, kom Sólvit Simonsen at spyrja meg, um eg ikki kundi koma 14 dagar við "Sildberanum", sum sigldi millum Sand og Skúvoy. Líka veit eg - hesir 14 dagarnir blivu til 30 ár. Eg fór umborð á "Sildberan" 14.03.87 og var í føstum starvi har til 14.03.2017. Tá var eg 70 ára gamal, men eg sigldi tó nakrar túrar eftir tað. Tilsamans hava tað verið ótrúliga nógvir túrar, men eg eri vælsignaður í tí, at tað er eingin skaði hendur øll hesi 30 árini. Tað hava sjálvandi verið nógvir góðir túrar, og so hava tað eisini verið fleiri ringir túrar. Undir vanligari sigling er ein eldri persónur deyður umborð, og ein annar er deyður undir sjúkraflutningi, so tað vóru eitt sindur óbehagiligar støður. Samanumtikið kann eg siga tað, at eg havi livað á og av sjónum meginpartin av lívinum. Ikki havi eg verið limur í nøkrum arbeiðsmannafelagi, so burtursæð frá tímalønini í vegarbeiðinum saman við Herlufi í 1962, havi eg ikki tjent nakað nevnivert uppi á landi.
Ringur túrur millum bygda
Hetta var um páskirnar 1966. "Ásur" var komin á Skála, har hann skuldi til garantieftirlit, og Pætur (í Ólastovu), pápi (Klæmint Juu) og eg skuldu so norð til Gjáar. Vit fingu bil til Funningsfjarðar, og Meinhard Hansen setti okkum við báti heim til Funnings. Tað var so dammstilli tann dagin, men tað kavaði illa, og eisini var tað blivið myrkt. Tá ið vit vóru komnir til Funnings, fór Pætur niðan til Lítl-Elspu (Elspa Petersen), sum hevði telefonstøðina. Hann skuldi ringja til Gjáar at siga frá, at vit komu. Tá ið Pætur kemur aftur, sigur hann, at Lítl-Elspa hevði sagt, at tit fara ongan veg til Gjáar í kvøld - tit skulu koma at gista her. Tað høvdu vit ongan hug til, tí tað var púra stilt, so vit fóru bara til gongu. Vit settu klæðini eftir, so vit vóru púra leysir. Vit komu so niðan um garðin og nakað niðan ímóti Hóvabrekku, tá brendi hann á sum úr byrsukjafti, so vit máttu halda í hvønn annan. Tað stóð alt sum ein múrur framman fyri okkum. Vit komu til ein SEV-pela og royndu at seta kós, men tað var vónleyst. At vit eru farnir yvir um Skarðánna uttan at hava merkt nakað til tað, tað er mær ein gáta. Ikki nokk við tað. Vit gingu eisini niðan um vegin uttan at merkja nakað sum helst, og teir høvdu enntá grivið fyri kava fyrr um dagin. Nú bleiv tað so bratt, og vit koma til eina brúgv, sum var Fossabrúgvin. Vit hildu tað vera Hvíthamar og gingu so undir brúnni. So komu vit til eitt stað, har tað bar til at fara uppá, men tað høvdu Pætur og eg ongan hug til. Vit gingu so víðari undir brúnni, og tá komu vit til eina á. Vit gera av at fylgja ánni oman aftur til Funnings. Vit vistu ikki, at vit vóru farnir niðan um vegin, og tá ið vit koma nakað oman, nú koma vit til eina brúgv, ið er tvørtur um ánna. Hetta var okkara bjarging, tí nú vistu vit, at vit vóru á vegnum undir Fossabrúnni. Høvdu vit verið farnir upp á Fossabrúnna og niðan undir Sandar, so doyðu vit úti. Vit sóu nú ein kant á vegnum, tí gravkúgvin hevði grivið har um dagin. Soleiðis fylgdu vit vegnum, men máttu steðga á í heilum, so vit ikki mistu kantin burtur. Eisini gingu vit runt um svingini á Skarðinum, tí vit vildu ikki sleppa vegnum. Tá ið vit komu á Skarðið, gramdi Pætur seg um krampa í beinunum. Har var kolandi stormur, og viit báðir vóru ógvuliga kaldir, men pápi var ikki so kaldur, tí hann var í ullintum klæðum. Síðani fylgdu vit kantinum út í gjøgnum Dalin, og tá ið vit komu út til garðin, møttu vit monnum, ið vóru farnir at leita eftir okkum. Menninir vóru Gubbi (Hans Edvard), Pætur í Stólpa og Steinfinn. Høvdu teir ikki gingið eftir vegnum, so høvdu vit ikki sæð teir, tí alt stóð í einum roki. Vit vunnu so upp hús, og nakað illa hava vit verið fyri, tí tá Pætur fór einsamallur um Heimaru Brúgv datt hann í fonnina, ið var undir Gamla Fløtti. So illa stóð til við honum, at hann mundi ikki komið á føtur aftur. Tað var skeivt av okkum at lata hann fara einsamallan, og eg tori ikki at hugsa tankan - doyði hann úti í millum húsini. Klæðini vóru øll tann beri ísur. Tá brúktu vit ulpu, so eg bað Gubba bara kvetta bondini. Sjálvandi vóru fólk bangin um okkum, tí tey høvdu fingið at vita úr Funningi, at vit vóru farnir til gongu. Eg má bara siga tað, at tað var eitt Guds undur, at vit komu vegin fram. Fóru vit upp á Fossabrúnna, so bóru vit ikki boð í bý. Húsini sóu ikki vøkur út dagin eftir - tey vóru so rokin til. Súsanna í Jógvansstovu fór tá yvir í Sofusa handil at keypa petrolium, og tá helt hon fyri, at hetta er tað sama veðrið, sum var tann dagin, ið fólkini doyðu úti á veg úr Sundalagnum í Funningsfjørð, og tá hevði hon einki frætt um okkum.