Eileen og Irena (dóttir hennara)

Eileen í Heimaru Lon, sum nú býr í Danmark, var saman víð dóttur síni, Irenu, ein túr í Føroyum í summar. Tey búðu hjá Arnhild og Hilmari á Teigunum, í Hoyvík, og eg stakk inn á gólvið at fáa eitt prát við hana. Møðgurnar báðar høvdu júst tá verið ein túr við Gjógv, har Eileen m.a. var á grøvini hjá foreldrum sínum og á grøvini hjá trimum av børnum sínum. Eileen í Heimaru Lon - Eileen Richmond Joensen - er fødd á Tvøroyri í 26.10.1925 og er sostatt 93 ára gomul. Mamma hennara var Dagmar á Teigunum (Dagmar Joensen, f. 1903), og pápi hennara var eingilskmaður, George Richmond, ættaður úr Hull. Eileen var ikki tvey ár, tá ið hon kom av Tvøroyri til Gjáar. Hon vaks upp í Heimaru Lon hjá ommubeiggja sínum, Jóhannesi í Lon (Johannes Berg, f. 1882) og konu hansara, Fíu í Lon (Sofía Berg, f. 1881). Tann fyrsta triðingin av lívinum var lagnan henni ómenniskjaliga tung, so tað var rørandi at hoyra hana seta orð á upplivingarnar. Vit geva henni orðið:

Eg minnist sjálvsagt ikki nakað frá mínum fyrstu árum, men mær er fortalt, at tá eg kom norður til Gjáar, kom eg við einum báti, ið æt "Kjógvin", sum setti meg upp í Funningi.  Jóan Pauli í Lon (Joen Pauli Berg, f. 1877) bar meg í leypi til Gjáar. Mamma og eg vóru so á Teigunum, og í januar mánað 1928 fór mamma ein túr til Havnar, men áðrenn hon fór, hevði hon verið uppi í Heimaru Lon hjá ommubeiggja og spurt, um eg ikki kundi verða har, til hon kom aftur. Tað kundi eg sjálvandi, og mamma segði, at hon skuldi verða aftur, áðrenn ommubeiggi fylti tann 20. januar. Tann 19. januar 1928 fer hon so við "Smirli" av Havnini og norð til Gjáar, men á Mjóvanesi fekk "Smiril" ein so stóran sjógv, at dekshúsið reiv seg leyst og fór fyri borð. Tey 5 ferðafólkini, ið sótu í dekshúsinum, sjólótust øll - og mamma var ein teirra. Hetta førdi tað við sær, at eg bleiv verandi í Heimaru Lon. 

J. Mortensen á Tvøroyri læt "Smiril" byggja í Gøteborg 1895.

Eg visti ikki betur, enn at tey (fosturforeldrini) vóru foreldur míni. Men so var tað ein dagin, eg var niðri á Teigunum hjá abba (Petur Julius Joensen, f. 1877), nú kemur mammubeiggi (Hjalmar Joensen, f. 1908) inn og tekur í hondina á mær og leiðir meg inn í stovuna. So peikar hann upp á eitt bílæt á vegginum og spyr: "Veitst tú, hvør hatta er?" Eg visti tað ikki. "Veitst tú ikki, at hatta er mamma tín," sigur hann so. Eg stóð púra býtt, tí hatta líktist als ikki mammu. "Ja, men mamma tín er jú deyð," letur so í honum. Hetta fór sum ein skelkur í gjøgnum mín barnakropp, og eg var ikki meira enn eini 4 ella 5 ár tá. Eg skilti einki av nøkrum. Seinni sigi eg so hetta við mammu (fosturmammuna): "Tú ert ikki mamma mín!" "Hvør sigur tað?" svarar hon mær. "Tað sigur mammubeiggi," sigi eg. "Hatta ætlaði eg at siga tær, tá ið tú vart størri," svaraði mamma (fosturmamman). Hetta vísti seg at koma at ávirka viðurskiftini í millum meg og fosturmammuna frameftir. Líkamikið - eg hevði tað gott uppi í Lon. Tey gjørdu alt tað besta fyri meg, men eg kendi innast inni, at hetta gjørdi ein mun millum meg og fosturmammuna, sum eg ikki hevði merkt frammanundan. Pápi (fosturpápin) var til skips, og eg minnist, hvussu eg gleddi meg til, at hann kom aftur. Tey gjørdu alt tað besta fyri meg, sum tey hildu vera gott, men tað var ikki altíð so stuttligt hjá mær, tí eg slapp ikki at spæla við øll onnur, sum hini spældu við, tí tey helst vildu ansa so væl eftir, at einki ilt hendi mær. Tey hava havt ov stóra umsorgan fyri mær, havi eg skilt seinni. Eg fór næstan ikki út við nøkrum, uttan mamma var í nánd. Onkuntíð komu Hallgerð (Hallgerð Sivertsen, f. Kallsoy, 1925) ella Anna í Fornanum (Anna Mikkelsen, f. Sivertsen, 1925) inn til okkara við stokkum, men eg slapp ikki inn til teirra við stokkum. 

Eg var nokkso stór, tá ið eg fekk at vita, at pápi mín var eingilskmaður. So hendi nakað løgið. Tað var ein dagin, nú bankar onkur upp á úthurðina hjá okkum í Lon, og eg leypi út at vita, hvør ið tað er, tí tað var ikki so vanligt tá at banka uppá. Nú standa tveir fremmandir menn uttanfyri og spyrja, um tað eg eri eg - Eileen - men í somu løtu kemur mamma út og tekur í armin á mær og koyrir meg inn aftur í køkin. Eg visti ikki, hvørjir menninir vóru, men tá ið eg var vaksin, fortaldi ein kona mær, at annar av monnunum var maður hennara - av Tvøroyri. Eisini segði hon, at maður hennara kendi væl pápa, og at pápi ofta plagdi at vitja har, tá ið hann var inni á Tvøroyri við einum eingilskum trolarara, sum hann sigldi við. Eg vildi so gjarna sleppa at fáa kontakt við familjuna í Hull, men mamma og pápi vildu ikki. Sum ung kom eg einaferð til Hull. Niðri á bryggjuni stóðu nakrir menn, og tá spurdi eg teir, um nakar av teimum kendi pápa mín, George Richmond. Jú, tað gjørdu teir og søgdu, at hann beint nú var farin til skips við einum trolara. Hetta var einaferð í 1940unum, so eg fór bara aftur til Føroyar sum av torvheiðum. Seinni havi eg so verið aftur í Hull og vitjað, men tá var pápi deyður. Eg havi fingið at vita, at pápi var skipari á einum skotskum trolara, og trolararnir komu ofta inn á Tvøroyri. Mamma arbeiddi um ta tíðina á Tvøroyri, og soleiðis eru tey bæði komin at kennast. Pápi vildi hava, at eg skuldi hava eftirnavn hansara. Tað er eisini tilskilað í kirkjubókini, og tað lyftið havi eg so hildið, og tá ið eg so fekk ein son í 1952, so fekk hann navnið George Richmond.  

Eg gekk sjálvandi í skúla sum hini børnini. Jóhan Kallsoy (f. Mørkøre 1892) var lærari, og hann var ein einastandandi lærari. Eg haldi ikki, at vit kundu fáa betri lærara. Hann gekk nógv upp í tað føroyska. Vit lærdu nógvar fosturlandssangir og sungu nógv, men einki minnist eg til, at vit kvóðu í skúlanum, men í fríkorterinum plagdu dreingirnir at dansa uttanfyri - í millum skúlan og Gamla Pakkhús. Vit vóru nógvar túrar í haganum, og so sendi hann okkum út at henta plantur. So skuldu vit skriva upp, hvussu plantan æt, hvussu hon sá út, og hvar vit høvdu funnið hana. Eg eigi enn eina bók, sum eg havi skrivað alt møguligt uppí, og har eru eisini tekningar av plantum, djórum, húsum og øllum møguligum. Har havi eg t.d. skrivað: Hvussu mong hús vóru í bygdini, hvussu mong fólk búðu í hvørjum húsi, nøvnini á fólkunum, hvussu nógva jørð tey áttu í teimum ymisku høgunum o.s.fr. Tað stendur í bókini, at eg eri 14 ára gomul. Nakað herfyri vísti eg einum manni bókina, og hann var so hugtikin av henni, at hann helt fyri, at hon átti at farið á Skjalasavnið. Mær dámdi serliga væl at rokna, og komst tað kanska av tí, at tað gekst mær so væl í rokning. Einaferð bleiv eg innisett, og sum tað var stór skomm. "Hví ert tú so sein úr skúlanum," spurdi mamma. "Eg eri innisett," svaraði eg. "Innisett?" "Hvat hevur tú gjørt," spyr mamma. "Vit høvdu tabell, og lærarin spurdi meg, hvat tríggjar ferðir sjey var, og eg svaraði ikki nóg skjótt, og so hann setti meg í skammikrók," svari eg. "Áh, tann skomm," sigur mamma. - Jú, soleiðis var tað tá - tað skuldi svarast upp á standandi fót. Kallsoy royndi eisini at læra okkum at svimja, og tá marsjeraðu vit heim í Funningsdjúptina - eitt/tvey - eitt/tvey. Eg minnist, at einaferð, vit komu heim við húsunum á Rætt, nú letur Gamli Olrikur (Olrik Kristiansen, f. 1846) vindeygað upp og rópar: "Kristoffur! Gongur tú her og spælir við børn?" Kristoffur - tað var Hans - hann æt Hans Kristoffur, og Gamli Olrikur vildi heldur hava hann at koma at hoyggja. Gamli Olrikur var abbi Hans, og Hans og eg gingu í sama klassa. 

Eg konfirmeraðist á Eiði 1939 og bleiv so verandi við Gjógv. Undir Krígnum var eg m.a. arbeiðsgenta í Havn. Eg veit ikki, hvussu aðrar arbeiðsgentur høvdu tað, men tað ger væl einki, um eg sigi eitt sindur um, hvussu mínar umstøður vóru. Eg arbeiddi frá morgni til myrkurs - hevði nakrar frítímar mikukvøld - og fekk 10 kr. um mánaðin. Teir eingilsku hermenninir búðu har tætt við, so eg fekk strangar ordrar um ikki at lova nøkrum inn. Men ein dagin - nú bankar ein uppá og spyr, um hann ikki kundi fáa vatn. Eg var í neyð, tí eg visti ikki, hvat eg skuldi gera, men eg gav honum vatn - og tað stóð nógv á. Hevði tað verið uppdagað, so hevði eg fingið av at vita. Og so var tað tað, at tá ið eg fór út eftir koli, skuldi eg ansa væl eftir, at eingin sá meg. Hesum skilti eg einki av, men seinni fann eg útav, at eingilskmenninir áttu kolið, sum vit brúktu av. Undir Krígnum var alt myrkalagt, so mann mátti ikki brúka ljós. Tá ið eg skuldi inn í kjallaran um kvøldið, plagdi eg at brúka lummalykt, tí annars sóu vit púrt einki. So eri eg eitt kvøldið farin oman við lummalyktini, og upp á onkran máta missi eg lyktina, og hon brotnar. Lyktin var úr bakalitt og kundi tí ikki gerast aftur. Tá vóru tey ikki blíð og kravdu, at eg skuldi skaffa teimum sama slag aftur. Eg segði, at eg átti ongar pengar. "So mugu foreldrini hjá tær betala," søgdu tey. "Eg eigi eingi foreldur," sigi eg so. "Ja, men so mást tú fáa onkran annan at betala," svaraðu tey mær aftur. - Nei, ikki var tað lætt. Tað var serliga maðurin í húsunum,  ið var so ljótur ímóti mær. Einaferð hevði eg sovorðin sár á hondunum, men álíkavæl skuldi eg standa og vaska klæðir. Tá varð alt vaskað við hond. So var tað soviskjúrtan hjá manninum. Tú veitst hvussu tað er - har sum skjúrtan kemur ímóti hálsinum -  har verður tað eitt sindur øðrvísi litað, og tað fæst ikki burtur. Eg royndi og royndi, men tað hjálpti einki. Tá bleiv hann illur og spurdi, um eg helt, at hann hevði "engagerað meg sum selskabsdamu". Eg segði so upp og søkti um at fáa eitt arbeiði á Hospitalinum, tí eg hevði altíð ætlað mær at sloppið sum gongsgenta har. Men ein dagin so kemur maðurin og sigur við meg: "Eg veit, at tú hevur søkt um at verða gongsgenta á Hospitalinum, tí kona mín arbeiðir har, men hon skal nokk gera alt tað, sum hon kann, fyri at tú ikki skalt fáa nakað arbeiði har." Ná, men eg segði so upp har og fór í eitt annað pláss í Havn, men tað var heldur ikki nakað at reypa av. Nei, ikki var tað bara bara at vera arbeiðsgenta tá í tíðini. Slíkt hevði tíbetur ikki borið til í dag. - Eg giftist við Símuni á Grótheyggi (Símun Fríðheim, f. 1914) í 1943, og vit fingu trý børn - eina gentu og tveir dreingir - men øll doyðu. Gentan, ið æt Dagmar Sofía - eftir mammu og fosturmammuni - var fødd í 1944, og hon livdi í eina góða viku. Tann fyrri drongurin var føddur í 1945, og hann livdi í umleið tríggjar vikur. Tann seinni drongurin, sum var føddur í 1946, livdi í einar seks vikur, og so vóru tey øll burtur. Tað var ein sera tung tíð, men eingin tosaði við meg um nakað, soleiðis var tað tá. Alt skuldi tigast burtur. Eg gloymi tað ongatíð, at nakað eftir at gentan var fødd, nú kemur ein sjúkrasystir inn til mín við presti og onkrum øðrum og sigur, at nú skal gentan doypast: "Hvussu skal hon eita?" Eingin hevði talað orð við meg frammanundan, um at gentuni feilti nakað sum helst, og Símun var til skips. Dreingirnir kundu havt fingið navn, men teir vóru ikki doyptir, og tað fekk eg eisini mangan at hoyra fyri. Aftrat øllum minnist eg m.a. eisini ein mann siga seg ikki skilja, at nakar giftist við mær, sum ikki kundi fáa børn. Tann dag í dag veit eg ikki, hvat feilti børnunum - hví tey ikki kundu liva. Bæði fyrr og seinni havi eg tosað við landslæknan, men hann segði tað, at prøvar blivu sendir niður til Danmarkar, men eingin kendi orsøkina. Børnini vóru fullborin og væl skapt. Tað sást einki á teimum, men eg legði til merkis, at tey orkaðu ikki so væl at súgva, men so við og við fingu tey sár á húðina - serliga um beinini. Tey bæði fyrstu børnini vóru fødd í Klaksvík, og tann yngri drongurin í Havn. Tá ið eg hevði føtt tað triðja barnið, vildi eg ikki hava fleiri børn, tí um so var, so væntaðu tey ikki, at tað fór at liva. Eg havi ongatíð glett meg til at fingið eitt barn, tí hesin óttin hevur ligið og lúrt alla tíðina.  Eftir hetta fór eg til Havnar, og har hjálpti eg bæði einum og øðrum. Eisini arbeiddi eg í fiski á Bacalao og var arbeiðsgenta. Í 1952 fekk eg so ein son. Tá hevði læknin sent meg niður, so sonur mín, George, er føddur í Danmark í februar 1952, og eg kom so aftur til Gjáar við honum í apríl mánað. Áðrenn George kom í skúlaaldur fór eg til Havnar at arbeiða, so George gekk í skúla í Havn. Í 1964 giftist eg við Magnusi Borðoy,f. ? og vit fingu tvey børn, og tað var eg ógvuliga glað fyri. Irena er fødd í 1965, og Dag er føddur í 1966. Vit búðu í Havn. Magnus arbeiddi sum kavari og koyrilærari, og hann doyði av sjúku í 1992. Eftir at Magnus var deyður fluttu Dag og Irena til Danmarkar, og eg fór aftan á teimum. Eg havi ikki angrað tað, men best hevði mær nokk dámt at sloppið frá at farið. Eg hevði ongan eftir í Føroyum - og hvat skuldi eg so gerað? Fær mann ikki tað besta, so tekur mann tað næstbesta. Tvey ár seinni flutti George eisini til Danmarkar, so nú búgva vit øll niðri, og vit hava tað gott. Vit búgva í Jyllandi - nokkso nær við Vejle. Eg keði meg onga løtu. Vit eru sjey føroyingar, ið koma saman til ymiskt: bindiklubb, møtir, føðingardagar --- .

 

                                 

Heimara Lon 2007                                                                                                           George, Eileen, Dag og Irena (2007)

Tey núverandi húsini eru bygd í 1901, men hvussu tað var við teimum gomlu húsunum, veit eg einki um. Húsini í Ytru Lon vóru bygd upp í endan á okkara húsum. Okkara hús vóru ikki innrættað á loftinum, fyrst ið eg minnist. Í neðra komu vit inn í gongina, og haðani var ein hurð inn í køkin, ein hurð inn í stovuna og ein hurð inn í eitt kamar. Eitt annað kamar høvdu vit eisini inn av køkinum, og í tí kamarinum lá langomma, ið var kallað Stranda -Jóhanna (Johanne Marie Berg, f. 1846), tí hon var ættað av Strondum. Eg minnist hana bara sum seingjarliggjandi. Hon lá 5 ár í songini - nei, sum hon var góð við meg. So var tað ein dagin, at langomma rópar meg, men eg vildi bara ikki inn til hennara. Mamma royndi at toga meg, men einki batti. Tveir dagar seinni doyði langomma. Mamma plagdi at snakka við meg um hetta seinni, at tað man hava verið okkurt, ið eg havi merkt á mær - eg vildi bara ikki inn til hennara - løgið var tað. Vit høvdu ein so fínan hvanngarð undir húsunum. Tað plássið kallaðist á Torkilsgrund, tí har hevði ein maður búð, ið varð kallaður Torkil. Rætta navn hansara var Jóhan (Johan Lindenskov, f. í Tórshavn 182?), men pápi hansara at Torkil, og tí varð hann eisini kallaður Torkils-Jóhan. Tað var langomma (Stranda- Jóhanna), ið fann uppá at seta hvannir niður í grundina. Hon vildi hava bjargahvannir, tí tær vóru søtari enn hinar. Hvannirnar vuksu væl - tjúkkar og stórar. Onkuntíð kundi onkur óviti finna uppá at taka sær eina hvonn, men tá bankaði langomma upp á rútin og bað teir heldur koma at biðja eina hvonn - ikki taka hana. Hjallurin í Heimaru Lon, sum stendur niðan fyri húsini, er rættuliga gamal, men eg minnist, at hann bleiv umvældur. Tá stoypti abbi (Petur Julius) grundina, og pápi rimaði hjallin av nýggjum. Eitt hoyggjhús áttu vit, og tað stóð oman fyri Skipshúsini, men tað er ikki til longur. Tað sama er við gróthúsinum, ið stóð Heimi á Damm. Vit plagdu at goyma hoyggj í tí, og pápi helt, at tað hoyggið var frískari enn tað úr hoyggjhúsinum. Tey søgdu, at Jóhannes Tann Vísi (Johannes Poulsen, f. í Funningi 1776) skal hava laðað gróthúsið, og tað er trúligt, tí hann búði jú í Heimaru Lon. Vit áttu tveir gyllin í jørð - ein á Suðurhelvt og ein Heimi í Dal. Gyllinin Heimi í Dal seldi pápi til Rasmus í Bíggjarlagnum (Kornelius Rasmus Johannesen, f. 1911), men vit fingu kortini lov til at hava eina ær gangandi har álíkavæl. Vit eiga eitt stykki í Funningi, men nú royna vit at selja tað. Tað var soleiðis við tí stykkinum, at pápi hevði gjørt okkurt arbeiði í Funningi - eg veit ikki hvat -  og so hevði hann fingið hetta stykkið í løn. Tað var so vanligt tá - bæði við Gjógv og í Funningi - at hjálpti tú t.d. onkrum at velta upp úr nýggjum, so fekst tú eitt stykki afturfyri. Fleiri slík dømir eru við Gjógv.

                         

 

Eg havi nógv góð minnir frá Gjógv. Bygdin var full av fólki, og eg haldi, at samanhaldið var gott. Tað var nógv lív í, og hvør kom øðrum við. Mamma var altíð kokkur - eitt slags høvuðskokkur -  tá ið gildir vóru, og eg plagdi at vera við at hjálpa til. Aftaná - oftast dagin eftir - var kokkagildi, og tað var eisini so hugnaligt. Brúdleyp og stór gildir plagdu at standa niðri í Gamla Pakkhúsi, áðrenn nakar fór at búgva har. Mamma dugdi væl at seyma, men hon var sjálvlærd. Hon plagdi at seyma fyri fólk, t.d. skjúrtur ella okkurt annað og fekk 75 oyru fyri tað. Eisini seymaði hon nógvar hettur - tær sum vóru fóðraðar og komu niður á akslarnar - og hon tók eisini 75 oyru fyri tær. Tað hildu fólk vera lítið, men hon vildi bara taka 75 oyru. Skipstroyggjur bundu vit eisini og lótu í handilin og fingu vøru afturfyri. Tá fingu vit nakrar og 20 krónur fyri troyggjuna. Kúgv høvdu vit eisini, og mamma gekk til neytar á Ambadali og heimanfyri. Tá ið eg var so fræg, so fór eg við henni at hjálpa henni at bera. Eg plagdi at hava eina dyllu á hvørjum arminum. Mamma hevði tríggjar kýr at mjólka, og tað høvdu hinar neytakonurnar eisini. Og ikki at gloyma stokkarnar - ja, tær bundu eisini, meðan tær gingu. Eg minnist so væl, hvussu røsk Dalberg var at binda. Tey áttu onga jørð, so hon gekk til neytar fyri onkran annan. Tey vóru nógv fólk í húsi, so tað kravdi sítt bæði til klædna og matna. Nógv lesull kundi vera í haganum, og hana kundi ein og hvør henta sær, og var hetta ein góður stuðul hjá teimum, ið onga jørð áttu. Tá bleiv hvør nispur tikin upp. Nú fer ullin burtur. Eg orki ikki at hoyra tað.

Vit skóru torv Eysturi á Fossi og Heimi í Dal. Torvið Eysturi á Dal var so gott, og tað brúktu vit at baka við, men torvið Heiman úr Dal brúktu vit mest til at kynda við. Mær dámdi væl at fara í torv - vit høvdu mat við, og onkuntíð ótu vit døgurða Eysturi á Foss. Mangan gekk eg eisini eftir torvi. Tað var tungt at bera Eystan av Fossi, og Skúvadalsgjógv var eisini so djúp. Tá ið eg fór Heim í Dal, plagdi eg ofta at fylgjast við Drikku á Fløtti - ommu tíni. So var tað ein dagin, at vit síggja, at ein maður kemur aftan á okkum. "Hvør er hasin?" spyr Drikka. "Hatta er Jákup í Horn," svari eg. "Ringan kvistar hann okkum aftur," letur í Drikku. Jákup á Horn var tiltikin gongumaður.

 

 

 

Kategori: Ikki-bólkað

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna